Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Sigrun Gunnarsdóttir hevur ment sín heilt egna eyðkenniliga myndaheim
Útgávudagur: 24-02-2020
Vørunr.: PPA030220
Virði: 39,00
List: Sigrun
Gunnarsdóttir
Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir er fødd í 1950 á Eiði. Her
er hon uppvaksin, her kveiktist hugur hennara til myndlistina frá barnsbeini,
og her hevur hon sum yrkislistafólk ment sín heilt egna eyðkenniliga myndaheim.
Myndirnar hjá Sigrun Gunnarsdóttur eru einfaldar og
samansettar í senn, tær samskifta stillisliga við okkum og fáa okkum at hugsa.
Hon arbeiðir við tí, ið hevur við menniskju at gera, og myndirnar seta alskyns
tilveruligar spurningar. Myndevnini hjá Sigrun stava m.a. frá ævintýrum, frá
sambandinum millum ættarliðini, úr Grønlandi og úr vælkendum ella persónligum
søgum.
Fyrstu verk hennara bera greið boð um, at hon dugir
naturalistiska handverkið til fulnar, men miðskeiðis í 90unum tekur hon eina
vend yvir í ein súmbolskan myndaheim við einum einfaldari myndamáli, ið eisini
kann hava surrealistisk eyðkenni. Ein eyðkenniligur myndaheimur, ið hon trygt
og støðugt hevur ment líka síðani. Hon sleppur myndevninum frammanfyri sær og
fer at mála úr huganum.
Áhugin at tekna hevur fylgt Sigrun Gunnarsdóttur frá
barnsbeini, og stóran týdning hevur tað eisini havt, at hon er uppvaksin við at
síggja verkini hjá og hoyra um Føroya fyrsta landslagsmálara, abba sín Niels
Kruse (1871-1953). Sigrun hevur altíð vitað, at hon skuldi gerast listakvinna,
og heimanífrá varð hon stuðlað í hesi leiðini. Í 1971 flutti hon sum 21 ára
gomul til Keypmannahavnar at ganga á tekniskúlanum á Glyptotekinum (1971-73),
har hon hevði Robert Askou Jensen sum lærara. Hann eggjaði henni at søkja inn á
Kongaliga Danska Listaakademiið, har hon slapp inn og gekk árini 1973-80. Lærarar
hennara vóru m.a. Wilhelm Freddie og Sven Dalsgaard. Í 1980 búsettist hon aftur
á Eiði, har hon hevur sítt atelier enn í dag.
Á yrkisleiðini hevur Sigrun Gunnarsdóttir havt eina langa
røð av einstaklinga- og bólkaframsýningum. Myndir hennara røkka víða og umframt
framsýningar í Norðanlondum, hevur hon sýnt fram í m.a. T.A.G. Gallery, New
York, Sunshine International Museum, Beijing og JARFO Art Gallery, Kyoto. Í
2018 hevði hon sína fyrstu retrospektivu framsýning á Listasavni Føroya. Eisini
hevur hon prýtt kirkjur og almennar bygningar í Føroyum.
Tvey móðirportrett
Á fyrru myndini, Móðir Teresa á Eiði (2019), síggja
vit eina gomla konu sita við stokkum. Hon er í gerandisklæðum, og á borðinum
framman fyri hana liggja tveir nýbakaðir drýlar og ein Bíblia. Tú kanst ímynda
tær angan av nýbakaðum breyði, hoyra klirranina av stokkunum og stilla ljóðið
frá mjúkum skóleistum eftir gólvinum. Ein fittur hundur liggur við føtur
hennara, á bróstinum hongur ein mynd av móður Teresu og út ígjøgnum
køksvindeygað sæst eitt undurfagurt útsýni. Myndin er bæði tíðar- og staðbundin
í einum ávísum køki Yviri í Gjógv á Eiði, ið vísir júst hatta útsýnið út á
Risan og Kellingina. Hetta er eitt portrett av eini veruligari kvinnu, ið hvørt
mansbarn í bygdini kendi.
Á seinnu myndini eru vit eisini boðin inn í fjálga køkin hjá
eini ommu. Hon tykist stinn og handasterk. Hon er í fyriklæði og er í ferð við
at geva ommudóttrini ein breyðbita. Vit síggja í vangan á ommuni, ið vendir sær
inn móti ommudóttrini. Sambandið teirra millum er í miðdeplinum. Ein svørt Bíblia
liggur týðulig móti tí lýsandi gula borðinum, og ytst í høgru síðu aftan fyri
kvinnuna stingur endin av eini opnari hurð sín snúta fram og rammar myndina
inn. Júst sum í fyrru myndini. Hóast nógvu lutirnar á myndunum, tykist alt
merkiliga avbalanserað. Bygnaðurin og stóru litflatarnir eru í javnvág, og
dempaði blái liturin í ymsum brigdum blandar forgrund og bakgrund saman og
savnar myndirnar. Hetta tykist at undirstrika tað trygga og róliga huglagið.
Gomlu kvinnurnar eru eitt høvuðsmyndevni í listini hjá
Sigrun Gunnarsdóttur, ið hon ígjøgnum nærum tvey áratíggju hevur málað fleiri
ymsar útgávur av. Her hevur Sigrun málað ávikavist mammu og ommu sína, men neyva
og einfalda myndamálið ger hinvegin, at myndevnið eisini er alment menniskjaligt
– ein lýsing av eini arketypu, ið eisini kann geva afturljóð hinumegin knøttin.
Tann umsorganarfulla og vísa móðirin, brýnd av lívsins brotum, trygg í trúnni á
eina størri heild. Í so máta ein mótmynd til nútíðarinnar sjálvsøknu
individualismu.
Myndevnið við móður listafólksins er væl kent, og í føroysku
listasøguni eru dømi sum Mynd av móður míni eftir Sámal Joensen-Mikines
frá 1934, Andlitsmynd, móðirin uml. 1955 eftir Ruth Smith, Móðir mín,
sum Ingálvur av Reyni málaði í 1971, og Móðir listamansins, sum
Zacharias Heinesen málaði í 1992. Ymsar og inniligar lýsingar við ávikavist
ekspressivum, naturalistiskum og form- og litgranskandi stíli. Sigrun
Gunnarsdóttir gevur eitt rættiliga egið íkast til føroysku listasøguna, og
hennara stílur er einfaldur – naivistiskur um ein vil – og súmbolskur.
Myndirnar hjá Sigrun Gunnarsdóttur siga søgur. Afturat myndevninum byggir hon myndirnar upp við súmbolum, tekstbrotum og øðrum forteljandi og gerandisligum lutum. Og sum so eyðkent fyri Sigruna, tekur hon ofta støði í kristindóminum. Súmbolini hjá henni kenna vit aftur, tí tey ferðast frá eini mynd í aðra, og annaðhvørt súmbolini stava úr kristindómi ella eru meira almenn, fáa tey sín týdning í sínum samanhangi – og sjálvsagt í samspæli við hyggjaran. Sum dømi kunnu vit nevna hurðina, sum vísir á skiftið frá jarðiska lívinum til ósædda heimin handan hurðina fyri hesar gomlu kvinnur, hvørs tilvera er farin at halla. Hyggur tú gjølla á fyrru myndina, sært tú ein elalítlan hvítan fugl sita á gólvinum millum kvinnuna og hundin, ið hyggur varisliga at fuglinum. Hann ger einki burturúr sær, ákallar sær ikki uppmerksemi, men er eins týdningarmikil og restin.
Eins og eitt ekkó av sitatinum á myndini av móður Teresu: “Be faithful in small things because it is in them that your strength lies”. Og síðst men ikki minst breyðið. Í kristindóminum stendur breyðið m.a. fyri Jesu likam, fyri at deila og fyri bæði ítøkiliga og andaliga føði, eins og sagt verður í “gev okkum í dag okkara dagliga breyð”.
Listaverkini hjá Sigrun Gunnarsdóttur snúgva seg um tað, ið hevur við menniskju at gera, og her kann breyðið einfalt snúgva seg um nakað so grundleggjandi sum tørvin á andaligari føði, ið vit menniskju hava til felags. Seinna myndin eitur nevniliga Breyðið, sum mettar svongd (2014), og her er tað nærveran millum ættarliðini, sum verður addresserað. Myndin setir spurningar um minnið, um hvat tað kann vera at kenna seg heima, um røddina og tann førning, hon kann bera.
Mirjam
Joensen
listfrøðingur